Charlie Kirk er skotin. Minningarhaldið var sunnudagin og vardi í 5 tímar. Har vóru politikkarar, sum prædikaðu betur, erligari, bíbilskari og meira eldhugað enn mangir prestar og prædikumenn nakrantíð í lívinum hava prædikað. Um Jesus hevði lært og prædikað sum mangir nú á døgum, hevði Hann aldrin verið krossfestur. Tey fyrstu kristnu høvdu heldur aldrin verið atsøkt og dripin.
Her í Føroyum verður enn einaferð uppskot um fría fosturtøku lagt fram. Hesa ferð skulu vit kunna týna børn í móðurlívi upp til 12. viku. Men vit mugu ikki verða naiv, tit. Tað endar aldrin har. Eins og allar aðrar glíðibreytir, vit hava sæð, so er hetta bara byrjanin. Danmark, sum vit onkursvegna altíð klára at apa okkum eftir, hevur júst samtykt fría fosturtøku upp til 18. viku. Í Íslandi, har fosturtøku eitur eitt enn sterkari orð enn føroyska orðið, nevnliga “fóstureyðing”, (sum merkir at oyða eitt fostur), er fosturtøka loyvd upp í 22. viku, og nærum einki barn við nøkrum lýti verður føtt í Íslandi (sjálvandi hava tey broytt orðið nú. Orðið var jú alt ov áleypandi og beint fram...). Men hey! Politikkarar og onnur, ið eru fyri fríari fosturtøku hava bara droppað føroyska heitið. Tað er so óunniligt at fáa at vita, hvat hendan gerðin veruliga ger, ha? So tey siga bara “abort”. Nýt eitt fremmant orð, og gerðin verður fremmandagjørd. Snilt, ha? Tey kalla hetta kvinnurættindi, javnrættindi, ja enntá “Women’s Health Care” á enskum. Og tú spyrt, vinur mín, um vit liva í orwelliskum tíðum, 1984, har orð, ið øll skilja, skulu broyta meining. Jú, tú hevur rætt. Tí sjálvandi verður tað at týna eitt barn í móðurlívi aldrin annað enn tað, ið tað er. Ein týning.
Tíverri er tað soleiðis, at ein væl veit, hvørjir flokkar fara at atkvøða við stórum meiriluta fyri uppskotinum. Men Sambandið er í tvíningum í hesum máli. Tveir politikkarar siga seg heilt víst fara at atkvøða fyri, ja, annar av teimum er enntá uppskotsstillari. Hetta kundi væl fingið veljarar at vent flokkinum bakið. Fólkaflokkurin og Miðflokkurin standa sum ein maður/kvinna og atkvøða ímóti.
Eg kundi verið glað. Hetta kundi jú verið gott fyri mín flokk, ha? Mín flokkur kundi fingið meginpartin av fólkunum, sum verða og longu eru sera ónøgd við leiðina, ið Sambandið fer. Men hví eri eg so ikki glað? Tí hetta als ikki er gott fyri elskaða land mítt. Politikkur handlar jú ikki um at verða afturvaldur. Hann eigur ikki at handla um at profilera seg sjálvan. At verða politikari er ikki ein rættur. Tað er ein FRAMÍHJÁRÆTTUR.
Jamen Astrið, hví blandar tú politikk og átrúnað? Politikkur hevur verið ein partur av mær alt mítt lív. Og trúgv mín er vovin inn í alt, eg eri. Hetta er ikki at blanda trúgv og politikk. Og tað er tað heldur ikki hjá nøkrum øðrum, ið er ímóti fríari fosturtøku. Fosturtøka er ikki politikkur fyri okkum. Tað gjørdist politikkur, tá ið samkomurnar og kirkjurnar góvust at tosa um tað. Tá ið tær góvust at tosa um, hvat er rætt, og hvat er skeivt.
Okkara sannføring er, at tað at týna eitt fostur er skeivt. Um tað er átrúnaður, so má sannføringin hjá teimum, ið eru fyri fosturtøku, og allar aðrar sannføringar, ið vit eru ósamd við, vera teirra átrúnaður.
Men vit síggja, at rákið vendir tit. Hyggið vestureftir ella bara at veljarakanningini hjá portal.fo, har Fólkaflokkurin hevur ligið framman fyri allar hinar flokkarnar í fleiri mánaðir nú.
Charlie Kirk er kendur fyri at siga: “Giftið tykkum. Fáið tykkum børn. Byggið ein arv. Latið tykkara virði víðari. Strembið fram ímóti tí æviga. Søkið sanna gleði.”
Á, hvat hevði tað ikki verið gott, um vit – og politikkarar - virðismettu lívið sum tað Gud givna undrið, tað er, og ikki sum nakað, vit kunnu beina burtur.
Og tit politikkarar, hugsið heldur um at byggja land ístaðin fyri at bróta niður. Hugsið um, hvussu nógv gott, tit kundu gjørt fyri Føroyar og fólk okkara í dag heldur enn at hugsa um, hvussu tit kunnu verða afturvaldir í morgin. Og minnist til: Rákið vendir. Fleiri av tykkum verða ikki í Løgtinginum eftir næsta val. Veljið tí rætt, meðan tit eru har. Veljið lív, veljið Føroyar. Raðfestið lív, raðfestið Føroyar.