Tað vera teir tríggir stovnarnir, Fiskimálaráðið, Umhvørvisstovan og Náttúrugripasavnið, sum manna nevndina, men hon er eisini samansett av lokalum kreftum.
Stutt kann nevnast, at tað upprunaliga var Jens-Kjeld Jensen, sum tók stig til at fáa Nólsoy útnevnt til Ramsarøki, og tí er tað kanska náttúrliga hann, sum er ein av lokalu limunum í nevndini. Hansara heiti í nevndini er Ramsarumboðið í Nólsoy.
Hartil koma so teir tríggir formenninir í teimum trimum hagapørtunum í oynni, sum eru við. Teir eru Jógvan Thomsen, Aksel á Botni og so Kaj Olsen, tó at ivi var reistur á fundinum, um hann nú var formaður.
Tað merkir, at nevndin telur sjey limir, men sagt var á fundinum, at einki var í vegin fyri, at onnur komu í nevndina. Tó skuldi ansast eftir, at nevndin ikki so stór, at hon gjørdist óarbeiðsfør.
Men enn ber til at rætta nevndina til.