Hjá monnunum vann Rani Dahl-Olsen fammanfyri David Arge Galán. Tá stigini vóru tald saman stóð ájavnt millum Rana og David. Í styrkifitness er eru tað trý umfør, har luttakarnir verða dømdir uppá.
Tað fyrsta var eitt “symmetri” umfar. Síðani eitt styrkiumfar við “deadlyft” og síðani skulu luttakarnir rógva 500 metrar skjótast gjørlit.
Reglugerðin sigur, at fyrsta umfar telur 50 prosent, meðan hini bæði umførini telja 25 prosent. Av tí at Rani var omaná í fyrsta umfari, so er tann sigurin avgerandi, um tað stendur á jøvnum. Annars vann David annað umfarð, meðan hann bleiv nummar trý í rógving. Rani var nummar fýra.
Sostatt vann Rani, tí hann fær avgerandi munin við sigrinum í fyrsta umfari. Alt í alt lata fyrireikarnir væl at kappinginum og umstøðunum í høllini í Hoyvík.