Í døgunum frá og við fríggjadegi 14. mars til og við sunnudagin 16. mars verður alternativ heilsustevna - rópt Vítt til Veggja – hildin í Sjónleikarhúsinum í Havn.
- Stevnan varpar ljós á øðrvísi viðgerðarhættir og annað innan alternativa hugsjón.
Tað siga fyrireikararnir av heilsustevnuni.
Eitt av málunum við stevnuni er at styrkja sambondini millum vinnurekandi fyritøkur, ið sum oftast ikki eru stórar í vavi, sum tikið verður til.
Lagt verður aftrat, at flestu av hesum fyritøkum eru einmansfyritøkur.
- Vit ynskja eisini, at sambond verða styrkt millum okkara grannalond, og vit kunnu fegnast um, at hetta gongur báðar vegir.
Veksandi áhugi
Áhugin fyri heilsu og sunnum lívsstíli er alsamt veksandi í Føroyum.
Fyrireikararnir av alternativu heilsustevnuni vísa á, at fleiri og fleiri hugsa um liviháttin, sunnar matvanar, rørslu og ikki minst um at økja sítt sálarlív.
- Í Føroyum eru fleiri, sum hava tikið ymiskar útbúgvingar innan hesar vinnur.
Lagt verður aftrat, at í veruleikanum hava vit í Føroyum so mikið nógv at velja ímillum, at valið kann tykjast torført.
- Tað kann vera trupult hjá fólki at finna út av, hvat hóskar seg best til hvønn einstakan. Hinvegin kunnu vit gleðast um, at vit hava allar hesar møguleikar.
Fyrireikararnir siga, at fyrstu ferð, ein slík stevna varð hildin í Føroyum, var fyri góðum ári síðan, og tá varð stevnan sera væl móttikin.
- Tað er tí við gleði, at vit kunnu bjóða vælkomin til alternativu heilsustevnuna í ár, siga fyrireikararnir, sum fara at hava kunningarbás í forhøllini, tá stevnan letur upp fríggjadagin 14. mars klokkan 10.
Fleiri fyrilestrar
Tað verður Rani Nolsøe, sum starvast í Íverksetarahúsinum, sum fer at seta alternativu heilsustevnuna í Sjónleikarhúsinum fríggjamorgunin klokkan 11.
Soleiðis, sum skráin fyri stevnuna sigur, verða eisini fleiri fyrilestrar hildnir - heilt frá fríggjadegi 14. mars til og við sunnudagin 16. mars.