Gestur í sendingini Prát og Plátur á Rás2 í morgun er Rani Nolsøe. Í sendingini hoyra vit hví hann, millum annað, hevur Kára P., Queen og Straight Ahead millum bólkarnar, sum hava havt mest at siga í lívi hansara.
Prát og Plátur byrjar klokkan 10:00
Vertur er Annika Kunoy Im og tøkningur er Eyðfinn Drewsen.