Rani var tvífaldur málskjútti

1. DEILD: Uppflytararnir í FC Hoyvík løgdu rygg til trivaligt tap, tá ið teir næstbestu hjá Víkingi vóru í høvuðsstaðnum

FC Hoyvík er nýtt lið í næstbestu deildini. Í dag høvdu Zoran Vujovic og hansara menn vitjan av teimum næstbestu hjá Víkingi. Víkingarnir plaga at vera drúgvir í næstbestu deildini, og fyrsta royndin í nýggja kappingarárinum bar boð um, at soleiðis verður tað eisini í ár.

 

Víkingur vann 4-1 á vøllinum við Løgmannabreyt, og hálvleiksstøðan var 2-0. Bæði málini hjá Víkingi í fyrra hálvleiki vóru skorað, tá ið ein stórur hálvur tími var farin.

 

Fyrst var tað Fríði á Borg, ið er aftur í FC Hoyvík eftir tvey ár á Toftum, sum var óheppin at stýra bóltin í sítt egna mál, og minuttir eftir var tað blaðungi Rósing Sverrason Toyt, sum økti um munin til 2-0. Hetta var fyrsti dystur hjá honum í 1. deild. Uppleggið átti Jákup Martin Jarnskor.

 

Fýra minuttir eftir steðgin minkaði heimaliðið um munin til 2-1. Málskjútti var Rói Jacobsen, og uppleggið átti Owusu Emmanuel Andorful, sum í fjør spældi við FC Suðuroy.

 

Eftir steðgin økti Víkingur tvær ferðir um munin, og í báðum førum var Rani Hansen málskjútti. Tveir minuttir eftir, at FC Hoyvík hevði minkað um munin, var hann á blettinum, og tað var hann eisini, tá ið eitt korter var eftir. Tá átti Kristian Jacobsen uppleggið.

 

Gert Hansen hevur ábyrgdina av liðnum hjá Víkingi, sum hóskvøldið í øðrum umfari fær vitjan av B71.

 

Í øðrum umfari fer FC Hoyvík um eina viku at spæla á útivølli ímóti NSÍ.