VIDEO: Grimsby er nú á gylta sjeynda plássinum

(Video) Her eru hæddarpunktini frá dystinum Grimsby Town-Bromley 1-1 (1-1)

David Geza Turi og liðfelagarnir í Grimsby Town eru nú á gylta sjeynda plássinum, ið gevur rætt til at spæla um uppflyting. Grimsby hevur 56 stig á sjeynda plássinum. Chesterfield og Crewe Alexandra, ið eru á áttanda og níggjunda plássinum hava eisini 56 stig. So tað er hørð kapping.

 

Grimsby leikti í dag javnleik 1-1 móti Bromley á heimavølli. Bromley legði seg á odda í 28. minutti, men tríggjar minuttir seinni javnaði Charles Vernam við einum brotssparki.

 

Bromley er fremst í deildini við 70 stigum, so talan er um eitt gott úrslit hjá Grimsby.

 

Geza fekk 77 minuttir á vøllinum í dag.

 

Komandi leygardag klokkan 15 spælir Grimsby dyst á útivølli móti Oldham.

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Grimsby Town-Bromley 1-1 (1-1):

 

##med2##