Rannsakað verður í dag á fronsku skrivstovunum hjá sosiala miðlinum X.
Tað boðar ákæruvaldið í París frá í einum uppslagi á X.
Har verður eisini greitt frá, at netbrotsverksdeildin hjá ákæruvaldinum hevur ábyrgdina av leitingini.
Í sama uppslagi frá ákæruvaldinum stendur, at myndugleikin ikki longur fer at samskifta á X, men fer at brúka LinkedIn og Instagram í framtíðini.
Sambært tíðindastovuni Reuters upplýsir ákæruvaldið, at amerikanski tøknimiliarderurin og eigarin av X, Elon Musk, er boðsendur at vitna í málinum í apríl.
Sambært X-innlegginum er Europol við sum liður í eini kanning, sum farið varð undir í januar 2025.
Sambært AFP byrjaði kanningin, eftir at ein politikari klagaði um eitt "minkað fjølbroytni av røddum og møguleikum" á pallinum.
Tá fordømdi ákæruvaldið, at partískar algoritmur í X skeiklaðu skipanina.
Laurent Buanec, sum er stjóri í X í Fraklandi, hevur áður víst ákærunum aftur.
Hann legði dent á, sambært AFP, at X hevði "strangar, greiðar og almennar reglur", sum vardu pallin móti haturstalu og misinformatión.
Kanningin er síðani víðkað til eisini at fevna um ákærur um kynsligar myndir frá chatbottinum "Grok" hjá X.
Sambært Reuters kannar ákæruvaldið X fyri millum annað viðvirkan í at hava pornografiskar myndir av ungdómi og ærumeiðing gjøgnum seksualiseraðar falskar myndir.
Harumframt eru ólóglig úttrekningur úr sjálvvirkandi dátuviðgerðarskipan og Holocaust-avnoktan galdandi.
/Ritzau/











