– Her er kavi frá november til hálvan juni og ísur á fjørðinum frá jólum til hálvan juli. Eingir vegir eru til nærmastu búseting, og vit ferðast mest við flogfari. Møguligt er eisini at fara við kavaskutara, hundasleðu og báti ella farmaskipi um summari. Í januar og februar eru um 30-40 kuldastig og kaldari, sigur Rannvá Erlingsdóttir Simonsen, sum býr í býnum Iqaluit í Nunavut, sum landnyðringspartinum av Kanada – norðan fyri Nýfundland og Labrador.
Í Iqaluit rekur hon sína egnu fyritøku, har hon arbeiðir við og evnar ymisk pløgg úr skinni. Eisini hevur hon endurbygt tveir av teimum fyrstu bygningunum á staðnum, sum verða leigaðir út á Airbnb.
– Í hesum partinum av býnum fáa vit vatn útvegað, og skarnvatn verður heintað hvønn dag við tangabili. Tá kavastormur er, mugu vit spara upp á vatnið. Her er effektiv kavarudding, so fyri tað mesta er koyrandi, sigur hon eisini í áhugaverdari samrøðu í blaðnum Vikuskifti í Sosialinum.
Les alla greinina í blaðnum, sum er til keyps í sølubúðum kring landið ella talgilt her