Listakvinnan Rannvá Holm Mortensen, er 56 ára gomul og er fødd á Tvøroyri. Hon hevur nátturlig listarlig evnir og er sjálvlærd listakvinna.
Rannvá hevur luttikið á mongum ymiskum framsýningum, bæði í Føroyum og uttanlands, hon hevur sýnt síni listaverk fram í Føroyum, Italia, Íslandi, Danmark og í Spania.
Rannvá arbeiðir bæði við málningum, grafikki, kollasjum og skulpturum.
Framsýningin verður í Leikalund í Klaksvík í døgunum frá 6. oktober til 1. november. Ferniseringin verður fríggjakvøldið 6. okt. Kl. 19.00, og hevur Leikalund opið til kl. 23.00 hetta kvøldið.