Frøin var stór í Bruxelles og aðrastaðni, tá tað frættist, at ein meiriluti av írsku veljarunum høvdu atkvøtt fyri at góðkenna Nice-sáttmálan, tí nú bar til at halda fram við arbeiðinum at taka tey eysturevropeisku londini upp í felagsskapin.
Men samstundis skundaðu leiðararnir sær at gera vart við, at Írland var bert ein av forðingunum á vegnum. Í gjár komu uttanríkisráðharrarnir í ES-londunum saman í Luxenbourg, har teir í tveir dagar skulu umrøða ein annan spurning, sum kann vísa seg at vera ein trupul forðing at sleppa uppum. Hesaferð snýr tað seg um, hvør skal gjalda tað, sum tað kostar at taka tey lutfalsliga fátæku londini í Eysturevropa uppí.
Lond sum Svøríki, Týskland og Bretland krevja broytingar í landbúnaðarpolitikkinum, áðrenn londini eystanfyri fáa limaskap, men hesum eru Frakland, Spania og onnur lond ímóti.
Eystanfyri fylgja tey eisini væl við fundinum í Luxenbourg. Serliga Póland er misnøgt við, at ES ætlar at geva teimum polsku bøndrunum ein fjórðing av tí stuðuli, sum bøndurnir í teimum verandi limalondunum fáa. Hetta hevur gjørt, at nógvir polskir bøndur eru farnir at venda ES-limaskapinum bakið.
Hvat úrslitið av fundinum í Luxenbourg verður, er ikki greitt, men málið er at fáa eitt ella annað slag av semju, sum skal leggjast fyri ríkis- og stjórnarleiðararnar, tá teir hittast til ein óformligan toppfund í Bruxelles hósdagin.
Í Bruxelles eru menn greiðir yvir, at ES eigur at fara varisliga fram. Fleiri av umsøkjaralondunum hava boðað frá, at tey fara at halda fólkaatkvøðu um ES-limaskap næsta ár, og er tilboðið úr Bruxelles ikki nóg gott, kann væl henda, at fólk fara at atkvøða ímóti at fara uppí. Serliga á Malta er mótstøðan ímóti ES-limaskapi veksandi.