Í sendingini Rás2 Seinnapartur, sum er at hoyra frá kl. 13.00 í dag, burturlutar Rás2 ein heilt serligan vinning.
Tað er nevniliga ein framførsla við einum av best umtóktu føroysku tónleikarunum í løtuni, Jens Marna Hansen.
Jens Marni hevur í nógv ár verið virkin í føroyskum tónleiki, bæði sum partur av tónleikabólkum og sum solistur.
Ein heppin lurtari hjá Rás2 vinnur í dag eina privata framførslu við Jens Marna Hansen, sum eftir nærri avtalu fer út til lurtaran at hava eina konsert fyri honum og teimum, sum lurtarin hevur hug at bjóða við á konsert.
Lurta eftir Rás2 Seinnaparti frá kl. 13.00 fyri at hoyra, hvussu tú kanst verða við í lutakastinum um framførsluna við Jens Marna Hansen.