Stórur fótbóltsdagur verður á Rás2 í dag. Vit byrja at senda klokkan 14.15. har Heri Simonsen fer at práta við Virgar Hvidbro, aðalskrivara í FSF um undansøluna til EM-undankappingardystin ímóti Grikkalandi, sum verður á Tórsvølli 13. juni. Heri prátar eisini við Julius Vest Joensen, formann í FC Suðuroy, og við Sjúrð Olsen frá FC Argjum.
Frá klokkan 15 sigur Tróndur Arge frá dystinum ÍF-Víkingur, og Hilmar Jan Hansen sigur frá KÍ-TB. Helgi L. Petersen verður heimildarmaður til FC Suðuroy-NSÍ, Andrass Drangastein verður heimildarmaður til AB-HB, og Rógvi Dam verður heimildarmaður til EB/Streymur-B36.
Í sendingini "Triði Hálvleikur" vitjar langtíðarskaddi Jobin S. Drangastein (AB) til eitt prát, og vit taka samanum 12. umfar við André Olsen. Vit ringja til Eyðun Klakstein (B36), Niels Paula Danielsen (EB/Streymur), Trygva Mortensen (NSÍ), Jón Krosslá Poulsen (FC Suðuroy), Andrew Av Fløtum (HB) og Jónas Edmund Tórálvsson Stenberg (AB). Besta smsið, sum kemur inn til 559999 vinnur tvey atgongumerki til EM-undankappingardystin ímóti Grikkalandi. Til ber at lurta á www.midlar.fo og á www.ras2.fo.