Rás2 fer aftur at siga frá hondbólti í kvøld.
Klokkan 20 fer Tróndur Arge at siga frá dystinum millum Kyndil og KÍF, sum verður leiktur í ítróttarhøllini á Hálsi. Dysturin hevur stóran týdning fyri bæði liðini. Fyri KÍF, sum liggur nummar tvey í FTZ deildini við 15 stigum ræður um at halda fast um annað plássið, sum gevur atgongd til FM finalurnar. Kyndil liggur á fimta plássi við 11 stigum, og fyri teir er alt umráðandi at vinna fyri at stytta um munin upp til annað plássið.
Øll kunnu lurta eftir frásøgnini á www.midlar.fo, á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7.
Ljóðsamrøður o.a. tilfar frá dystinum kemur út á in.fo í kvøld.
Støðan í FTZ deildini :