Rashford gjørdi tað aftur

Video: Ungi Marcus Rashford hevur havt eina ótrúliga viku í Manchester United

 

Stórdystur var í Premier League í dag, tá Manchester United og Arsenal møttust á Old Trafford.

 

Arsenal var undan dystinum mett sum favorittur, tí at Manchester United í løtuni hevur ein óhugnaliga langan skaðalista.

 

Men tað var Manchester United, sum heldur óvæntað vann dystin fult uppiborið 3-2.

 

Rashford var dagsins leikari

Á liðnum hjá Manchester United vóru tað fleiri ungir og evnaríkir leikarar, sum fingu møguleikan frá byrjan. Marcus Rashford, sum hóskvøldið spældi sín fyrsta dyst fyri Manchester United ímóti FC Midtjylland, fekk í dag afturval í uppstillingini, og hann takkaði enn einaferð fyri álitið. Marcus Rashford var suverent dagsins leikari á Old Trafford, tí hann skoraði nevniliga tvey av málunum, umframt at hann legði upp til málið hjá Ander Herrera. Fyri Arsenal skutu Danny Welbeck og Mesut Øzil málini.

 

Van Gaal var hæddarpunktið

Merkisvert við dystinum í dag var eisini, at Louis Van Gaal, sum annars ongantíð hevur givið úttrykk fyri kenslur á bonkinum í Manchester United, í dag var rættuliga livandi. Serliga stuttligt var ein støða í seinna hálvleiki, tá hann vísti fyri fjórða dómaranum hvussu ein Arsenal leikari filmaði í einari støðu. Síggj í sjónbandabrotinum omanfyri reaktiónina hjá Louis Van Gaal í støðuni.

 

Tottenham vendi í seinna hálvleiki

Í hinum dystinum sum varð leiktur í dag vann oddaliðið, Tottenham, 2-1 móti Swansea. Tottenham var annars 1-0 í hálvleikinum, men vendi í seinna hálvleiki dystinum. Teir báðir, Nacer Chadli og Danny Rose, vóru menninir sum skutu málini fyri Tottenham í dystinum.

 

Leicester og Tottenham berjast um meistaraheitið

Við sigrinum hjá Tottenham í dag og ósigrinum hjá Arsenal, legði Tottenham sjógv ímillum seg og Arsenal, og sær tað í løtuni út til at blíva størst kapping millum Leicester og Tottenham um enska meistaraheitið. Nakað sum tey heilt fáu høvdu væntað áðrenn kappingarbyrjanina!

 

Úrslitini í dag:

 

Manchester United – Arsenal 3-2 (2-1)

Tottenham – Swansea 2-1 (0-1)