Rasmus gjørdi hattrikk

Tað var eingin slingur í valsinum hjá B71, tá ið sandoyingar á heimavølli spældu fjórðingsfinalu ímóti AB. B71 vann 4-0, eftir at hálvleiksstøðan hevði verið 1-0.

Stóri maðurin á Sandi í kvøld var Rasmus Nielsen. Hann skoraði hattrikk.

Ein minutt undan steðginum skoraði Rasmus til 1-0, og miðskeiðis í 2. hálvleiki skoraði hann tvær ferðir afturat, áðrenn Clayton Soares slerdi heimasigurin rimmar fastan.