Kendi havnamaðurin og listamaðurin, Rasmus Rasmussen, fer í tíðarskeiðnum frá 7. til og við 12. september at sýna fram sínar nýggju klippmyndir í Smiðjuni í Lítluvík.
Smiðjan liggur í hjartanum av Havnini, og hevur hon áður verið karmur um framsýningarnar hjá Rasmusi.
Sum nakað nýtt verður framsýningin hesaferð sýnd saman við listakvinnuni, Maigun Othamar. Tilsamans fara tey at sýna fram umleið 24 nýggj listaverk.