- Hetta er ein stórur dystur, men vit fara inn til dystin vónríkir, og við einum ynski um eitt gott avrik. Hetta er ein dagur, har vit skulu skriva søgu. Stemningurin er ótrúligur á Anfield, og eg síggji fram til at spæla her í kvøld, sigur Real Madrid-legendan, Raul við www.uefa.com.
31 ára gamli Raul hevur bara einaferð áður verið á Anfield, og tá var tað sum áskoðari. Nú hevur Raul bjóðað fleiri av sínum familjulimum við, so tey kunnu sleppa at uppliva hann spæla á Anfield.
- Vit eru fullvitandi um, at vit hava ikki gjørt tað so gott í Champions League seinastu árini, so vit mugu royna at gera tað betri nú. Nú ætlar Raul at brúka tann serliga stemningin á Anfield, fyri at fáa tað bestu úr liðnum. - Vit koma at hava 3.000 viðhaldsfólk við okkum til Anfield, og miljónir koma at síggja dystin í sjónvarpinum, og vit mugu verða jaligir um stóru uppgávuna. Eg havi verið her sum áskoðara, og kenni stemningin. Eg haldi hetta er ein leikvøllur, sum fær tað besta fram í góðum fótbóltsspælarum.
Seinast Real Madrid spældi í Onglandi, var kappingarárið 1999/2000. Talan varð um dyst ímóti Manchester United. Real Madrid vann 3-2, og Raul skoraði tvey mál. Raul vil ikki samanbera dystirnar, men ein endurtøka freistar hann almikið.