Real Madrid er ríkasta fótbóltsfelagið

Real Madrid kundi í fjør bókføra eina inntøku uppá 401,4 miljónir evrur. Harvið gjørdist Real Madrid tað fyrsta ítróttarfelagið - óannsæð ítróttargrein - sum kundi bókføra meir enn 400 miljónir evrur í inntøkum í einum og sama roknskaparári.

 

Hetta hevur kenda granskoðannarfyritøkan, Deloitte roknað seg fram til. Deloitte boðar frá, at tað eru serliga sjónvarpsrættindini, sum hava givið Real Madrid hesa risainntøkuna.

 

Arvafíggindin hjá Real Madrid, FC Barcelona er nú nummar tvey á listanum. Bretska pundið er veikt, og tað hevur kostað Manchester United í kappingini við Real Madrid og Barcelona. Barcelona hevði eina inntøku uppá 366 miljónir evrur, kappingarárið 2008/2009.

 

Deloitte metir, at tað einasta sum kann hótta støðuna hjá Real Madrid og Barcelona, er at bretska pundið aftur styrkir um støðu sína. Hendir tað ikki, so koma sponsku risarnir at liggja ovast á listanum tey næstu árini.

 

Her eru so tey 20 ríkastu fótbóltsfeløgini í heiminum :

 

1. Real Madrid, Spania

2. FC Barcelona, Spania

3. Manchester United, Ongland

4. Bayern München, Týskland

5. Arsenal, Ongland

6. Chelsea, Ongland

7. Liverpool, Ogland

8. Juventus, Italia

9. Inter Milan, Italia

9. AC Milan, Italia

11. Hamburger SV, Týskland

12. AS Roma, Italia

13. Olympique Lyon, Frakland

14. Marseille, Frakland

15. Tottenham, Ongland

16. Schalke, Týskland

17. Werder Bremen, Týskland

18. Borussia Dortmund, Týskland

19. Manchester City, Ongland

20. Newcastle United, Ongland