Real Madrid hevur av álvara sett seg á Champions League seinastu árini. Í kvøld tryggjaði Real Madrid sær finalupláss triðja kappingarárið á rað, sum samstundis eisini er fjórða ferðin seinastu fimm árini, at Real Madrid er partur av Champions League finaluni.
Seinna hálvfinalan millum Real Madrid og Bayern Munchen endaði í kvøld við 2-2 javnleiki, sum ger, at Real Madrid fer víðari við samlaðum 4-3 sigri.
Dysturin í kvøld fer í minnisbókina, sum ein av teimum bestu dystunum, sum eru spældir hetta Champions League kappingarárið. Dysturin var ferðmikil og hevði eina rúgvu av málmøguleikum.
Í Bayern Munchen iðra teir seg í kvøld um, at Real Madrid tryggjaði sær finaluplássið. Bayern Munchen hevði sum heild betri tak á dystinum enn Real Madrid, men týska felagið vísti ófyrigeviligt verjuspæl í báðum førunum, tá Real Madrid skoraði í kvøld.
Hjá Real Madrid skoraði franski Karim Benzema í kvøld bæði málini, meðan Joshua Kimmich og James Rodriguez skutu málini fyri Bayern Munchen. Sermerkt er, at James Rodriguez er útleigaður frá Real Madrid til Bayern Munchen, og tí jublaði James Rodriguez heldur ikki tá hann skoraði.
Í annaðkvøld verður greitt, hvørjum Real Madrid skal møta í Champions League finaluni. Tó er nógv, ið bendir á, at tað verður Liverpool. Liverpool vann 5-2 móti Roma í hinari hálvfinaluni.
Real Madrid – Bayern Munchen 2-2 (1-1) Real Madrid víðari við samanløgdum 4-3 sigri
0-1 Joshua Kimmich, 3.
1-1 Karim Benzema, 11.
2-1 Karim Benzema, 46.
2-2 James Rodriguez, 63.