Real Madrid hevur beina kós móti hálvfinalunum í Champions League, eftir at teir vunnu 3-0 á Galatasaray í kvøld. Einki mál kom millum Malaga og Borussia Dortmund.
Cristiano Ronaldo legði Real Madrid á odda tíðliga í fyrra hálvleiki, tá hann bleiv sendur avstað nakað úti í vinstru síðu og lyfti bóltin uppum málmannin. Eitt korter fyri hálvleik økti Karim Benzema eftir innlegg.
Í seinna hálvleiki sló Gonzalo Higuaín sigurin fastan við stútara eftir frísparks innlegg. Galatasaray hevði nakrar møguleikar at skora, men í stóran mun var talan um tvey lið í ymiskum flokki. Real Madrid var omaná og hevur beina kós móti hálvfinaluni.
Einki mál kom í dystinum millum Malaga og Borussia Dortmund.
Champions League 1/4 finalur:
Real Madrid Galatasaray 3-0(2-0)
1-0 Cristiano Ronaldo, 9
2-0 Karim Benzema, 29
3-0 Gonzalo Higuaín, 73
Malaga Borussia Dortmund 0-0(0-0)