Reallønin lækkaði eitt prosent á nýggjárunum

Hjá teimum løntakarunum, sum onga pensjónsskipan hava – ofta tey lægst løntu, lækkaði reallønin við einum prosenti á nýggjárinum

Hjá teimum løntakarunum, sum onga pensjónsskipan hava – ofta tey lægst løntu, lækkaði reallønin við einum prosenti á nýggjárinum.

 

Tað var í 2013, at Løgtingið samtykti pensjónsskipanina hjá undanfarna landsstýri, har sagt varð, at øll skulu gjalda 15 prosent inn í eina pensjónsskipan í seinasta lagi í 2028. Hetta skuldi gerast stigvíst soleiðis, at byrjað varð við einum prosenti í 2014. Síðani skuldi inngjaldið hækka við einum prosenti um árið.

 

Andstøðan tá – tað vil siga samgongan nú – var hart ímóti hesi lóg og hava boðað frá, at tey koma við eini pensjónsnýskipan.

 

Tá ið undanfarna landsstýri legði frá sær, var inngjaldið komið upp á 2 prosent. Í fjør broytti nýggja landsstýrið lógina soleiðis, at inngjaldið ikki hækkaði í 2016

 

Í viðmerkingum til lógaruppskotið, sum skuldi steðga inngjaldinum, segði landsstýrið soleiðis:

 

»Uppskotið verður lagt fram í sambandi við fíggjarlógaruppskotið fyri 2016. Talan er um fylgibroyting í sambandi við løgtingsmál nr. 42/2015, har landstýrið mælir til, at inngjaldið í Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin (AMEG) skal hækka við samanløgdum 1% frá 2016.

 

Við hækkingini í AMEG á samanlagdum 1% verður mett, at samlaða eftirlønargjaldið hækkar ov nógv, um hildið verður fast við lógarásettu hækkingina á 1% í eftirlønarlógini í 2016. Tí tað eru nøkur, ið ikki hava egna eftirlønaruppsparing (ið er hægri enn núverandi lógarkravdu 2%), og tí verða rakt av lógarkravda inngjaldinum til eftirløn við 1% árligari øking.

 

Tí verður mælt til, at steðga á eitt ár við øking á 1% av lógarkravda eftirlønarinngjaldinum, og heldur krevja 1% økt inngjald í AMEG. Eftir 2016 heldur økingin í inngjaldinum til persónliga eftirløn á 1% árliga áfram.

 

Sambært ætlan verður uppskot til samlaða pensjónsnýskipan liðugt á heysti 2016. Spurningurin um, hvussu stór eginuppsparing til eftirløn skal verða, verður tikin upp í hesum sambandi.«

 

Heystið 2016 er farið afturum, og einki er frætt um pensjónsnýskipanina. Tí er tað framvegis pensjónsnýskipanin hjá Jørgen Niclasen, sum er í gildi. Og hon sigur, at pensjónsinngjaldið skal hækka 1 prosent afturat 1. janaur í 2017 soleiðis, at øll nú skulu gjalda í minsta lagið 3 prosent inn til sína egnu pensjón.

 

Sambært lógini hækkar pensjónsinngjaldið sum talvan niðanfyri vísir, til tað í 2029 er komið upp á í minsta lagi 15 prosent hjá øllum.

 

Eftirlønargjald:           

Frá 1. januar 2014: 1 prosent

Frá 1. januar 2015: 2 prosent

Frá 1. januar 2016: 2 prosent

Frá 1. januar 2017: 3 prosent

Frá 1. januar 2018: 4 prosent

Frá 1. januar 2019: 5 prosent

Frá 1. januar 2020: 6 prosent

Frá 1. januar 2021: 7 prosent

Frá 1. januar 2022: 8 prosent

Frá 1. januar 2023: 9 prosent

Frá 1. januar 2024: 10 prosent

Frá 1. januar 2025: 11 prosent

Frá 1. januar 2026: 12 prosent

Frá 1. januar 2027: 13 prosent

Frá 1. januar 2028: 14 prosent

Frá 1. januar 2029: 15 prosent