Realpolitikkur?

Sjálvstýrisfloksins??ABC-veljarar halda, at vald teirra verður brúkt til partvíst at skapa góðar vinnukarmar og partvíst at fordeila samfelagskakuna betur, men veruleikin er hvørki.?

Í hesum døgum situr Eidesgaard sum ein annar matadorspælari og umhugsar, hvørjar ognir skulu verðsetast, so hann kann keypa Eik Banka – í staðin fyri at halda lyftini um alternativa fígging. Hetta er teknokraturin í sínum rætta elementi. Fólkið fyrst... men (tilvildarlig) búskaparstýring allarfyrst! ABC hevur staðið á odda fyri at geva føroyskum borgarum hægstu prísir og tyngsta lønarskatt í allari verðini, men Eidesgaard brúkar kortini myndugleika sín at greiða frá, “at fólkið skal spara, er vísmanna bøn.” Við gomlu lærararøddini greiðir hann frá, hvussu løntakaraumboðini eiga ábyrgdina fyri komandi uppsagnir, og hvussu hann sum føroyingur og landsstýrismaður bert hugsar um framtíðina og ókomin ár.  ?Orðini kundu sannført, um bara fólk vóru gloymsk og uttan møguleika at kanna eftir, hvat ABC undir leiðslu av Eidesgaard hevur gjørt higartil. Feitastu ár nakrantíð í søguni fóru afturum uttan at leggja til viks og uttan nevniverdugar reformar. Einasta veruliga raðfesting hjá ABC síðani 2004 hevur verið at ført øvugtan konjukturpolitikk: skattalætta til tey ríkaru í góðum tíðum, skattahækkingar og sparingar í ringum tíðum. ABC-árini gingu (og ganga) við slendrian og passiviteti, uttan nakra veruliga støðutakan.?Men Eidesgaard kann sanniliga handla, tá ið ræður um matadorplátuna. Sjálvt eftir at Johan Dahl hevði uppgivið at bjarga Norrønu og óneyðuga binda kr. 70.000.000 av skattgjaldarans pengum pengum í nakað, sum marknaðurin kundi klára við egnari kraft, ja so pískaði Eidesgaard atkvøðuneytini, Aksel, Katrin, Eyðgunn, og hvussu tey eita, til at brúka tær seks taburettirnar, sum løntakarar, pensjonistar og lesandi hava givið teimum til at javna við, til í staðin at tryggja umdømi hjá partíformanninum sum Føroya fremsta matadori. Ansa vit ikki øll eftir, so verður umframt flogfar og reiðarí eisini banki nummar tvey í bunkanum. ?Í reala veruleikanum?Hvat hevði so búskaparpolitikkur nærri at veruleikanum gingið út uppá? Jú, vit hava fleiri sera stórar avbjóðingar fyri framman; vit skulu leggja um:?-          frá at senda allan ungdóm av landinum til at skipa lívslanga útbúgving her heima;??-          frá at brenna olju til at framleiða orku úr jørðini og øðrum varandi keldum;??-          frá heimsins dýrastu brúkaraprísum til ódýran kappingarføran búskap;??-          frá at fíggja bygningar stuttsikta og dýrt til ódýrari og drúgvari realkreditt.??Hetta seinasta fara vit í Sjálvstýrisflokkinum aftur at leggja fyri tingið í næstum. Vit líða øll undir ov dýrari bygningsfígging, men serliga vinnan, sum ofta rindar 3 procentstig meira yvir helvtini styttri afturgjaldstíð enn kappingarneytar í grannalondum. At fáa langsiktaða uppsparing og langsiktaða fígging at møtast gerst bara ígjøgnum realkreditt (hetta er tí ikki nakar kritikkur av bankunum). Men tíverri verður hetta neyvan veruleiki, fyrrenn veljarin sleppur á val at taka realpolitisku avgerðina at fara frá ABC – til D!