Nú nærkast tíðin, tá framsýningin av millum- og realskúlanæmingum hjá Jórunn Dánjalsdóttir fer av bakkastokki um ólavsøkumundið. Framsýningin verður í Kommunuskúlanum í Havn og letur upp við eini kvøldsetu tann 23. juli kl. 19.00 har m.a. fyrrverandi næmingar koma at hugleiða um tíðina, tá tey gingu í skúla.
Annars sigur Jórunn, at henni vantar enn fleiri realskúlamyndir, serliga frá síðst í 50-unum og fyrst í 60-unum. Hóast tíðarfreistin til at koma við myndum er úti, vónar hon at fáa allar myndirnar til høldar.
Í dag hava vit eina mynd av teimum, sum fingu realskúlaprógv í 1964. Myndin er tikin tann dagin prógvið varð handað.
Aftara rað f.v.: Gunnar Olsen (seinni Reynslág), Óli Breckmann, Heri Simonsen, Hermann í Stórustovu, Ingun Rubek-Nielsen (gift í Danmark), Óli Mortensen, Per Persson, Signar Niclasen, Bjarni Vilhelm og Helgi Øre
Fremra rað f.v.: Margreta Thomsen (gift Clementsen) Jóhanna Maria Samuelsen (gift Durhuus), Poul Eide, lærari, Jakobina á Dul (gift Vang) og Bergljót Sandoy (gift í Danmark).
Adressan hjá Jórunn Dánialsdóttir er Sílagøta 3, FO-100 Tórshavn. Tel. 316024 ella 226024. Myndirnar kunnu eisini latast inn ”navnmerktar” í Wrangler Shop í N. Finsensgøtu 23 (tel. 314710).
Myndaeigari: Margreta Clementsen