Realurin yvirtikin

Landsstýrið hevur áður tríggjar ferðir lagt fyri tingið uppskot um at yvirtaka realkreditstovnin. Hetta var gjørt í 1989, 1992 og í fjør, men allar tríggjar ferðirnar fullu málini burtur. Nú hevur tingið so einmælt samtykt at yvirtaka Realin

Ólavur í Beiti


Uppskotini vóru sett fram eftir áheitan frá forsætismálaráðnum, og síðani nevndu mál fullu burtur, hevur forsætismálaráðið við jøvnum millumbilum sent landstýrinum somu áheitan, upplýsti fíggjarmálaráðharrin, Karsten Hansen, tá hann legði uppskotið fram fyri góðum mánaða síðan.

? Landsstýrið hevur valt at gera minst møguligar broytingar í mun til verandi lóg. Men tá havt verður í huga, at stórt sæð ongar broytingar eru gjørdar í donsku fólkatingslógini, sum er lóg nr. 60 frá 12. mars 1955, verður neyðugt við ávísum ábøtum.


Broytingar

Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharri, sum legði uppskotið fram í síðsta mánaði, nevndi í viðmerkingunum nakrar broytingar sum ætlanin eru at fremja.

? Stovnurin fær møguleika at víðka sítt útlánsvirksemi frá áður bert at kunna veita lán til fiskiskip, nú eisini til flótandi eindir og før í frálandsvinnu og fiskaaling og lánihámarkið hevur verið 50% av metingarvirðinum. Lánstíðin 10 ár við møguleika undir serligum umstøðum at leingja til 15 ár.

Og landsstýrið skeyt upp, at møguleikar vóru bæði við einum 1. og 2. veðrætti. At lánihámarkið fyri 1. veðrætt varð hækkað til 60% av metingarvirðinum, um bert verður veitt 1. veðrættarlán. Hámarkið fyri 2. veðrætti verður 70% av metingarvirðinum, men 80% um lánt verður við síðustillaðum 2. veðrætti saman við láni frá øðrum lánstovni.

? Og lánstíðin verður upp til 15 ár við møguleika fyri umlegging undir serligum umstøðum til 20 ár, segði fíggjarmálaráðharrin, tá uppskotið varð lagt fram.

? Vantandi møguleikar fyri at útvega fígging svarandi til 2. veðrætt frá útlendskum lánstovnum og avmarkaðu møguleikarnir hjá øðrum føroyskum fíggingarstovnum, hava minkað møguleikarnar hjá realkreditstovninum at medvirka til eina rímuliga fígging í neyðugu endurnýggingini av fiskiflotanum.


Ikki nýggjan stovn

Realkreditstovnurin hevur boðað landsstýrinum frá, at umboðsráðið fleiri ferðir seinastu árini hevur heitt á stjórnina hjá stovninum um at medvirka til, at møguleikar verða skaptir fyri einum heilt nýggjum 2. veðrættarstovni, ella at stovnurin avsetir ein part av eginognini til útlán frá eini serligari 2. veðrættardeild.

? Ein kanning av møguleikunum fyri at gera ein nýggjan stovn við luttøku av øðrum føroyskum fíggjarstovnum hevur víst, at undirtøka ikki var fyri hesum. Stjórnin í realkreditstovninum mælir tí landsstýrinum til, at møguleikar vera skaptir í nýggja lógarkarminum fyri øktum lánivirksemi, soleiðis at tann passiva eginognin kemur føroyskari vinnu til góðar.

? Danski staturin hevur veitt trygd í samband við útgávu av lánsbrøvum. Eftir avtaluni millum donsku stjórnina og Føroya Landsstýri tann 10. juni 1998 standa nevndu trygdir við, til tær ganga út eftir sínum egna innihaldi.

? Mett verður ikki, at lógin fær fíggjarligar avleiðingar fyri landskassan, segði fíggjarmálaráðharrin, tá hann legði uppskotið fram, sum eitt samt løgting tók undir við í gjár.