Kendi gospelsangarin Carman bað í 1990 avstralsku Rebecca St. James vera við á hansara konsertum í Australiu, og sama ár gav hon út sína fyrstu fløgu undir heitinum Refresh my heart. Seinni flutti hon til USA, har hon í dag hevur sáttmála við Forefront Records.
Í 2000 vann Rebecca St. James Grammy virðisløn fyri bestu rokk gospel fløgu og var samstundis áttandi kunstnarin frá Avstraliu, ið fekk eina Grammy virðisløn eftir Oliviu Newton-John, Rick Springfield, Men at Work, Helen Reddy, Red Hot Chili Peppers, The Bee Gees og Barry Gibb.
Í november 2005 kom 12. fløgan frá Rebecca St. James á marknaðin. Tónleikurin á fløguni er ein blanding av góðum rokki og poppi, og fløgan verður róst upp um skýggja hon verður mett at vera besta og erligasta útgávan hjá songkvinnuni yvirhøvur, sum eisini heiti á fløguni If I Had One Chance To Tell You Something ber boð um hon hevur veruliga nakað at siga øðrum við tekstunum á hesari útgávuni.
Í 2005 var Rebecca eisini við til at gera sangir til kenda NARNIA filmin frá Walt Disney.
Eisini hevur Rebecca fleiri ferðir roynt seg sum rithøvund. Hóast bert 28 ára gomul, hevur hon longu givið út 6 bøkur, seinast bókina Sister Freaks, sum kom út í fjør, og er eitt savn av 12 søgum um kvinnur til kvinnur. Bøkurnar hjá henni hava fleiri ferðir verið útseldar.
Á ferðini til Føroya hevur Rebecca St. James fult orkestur og egnar teknikkarar. Við teim átjan fólkunum í ferðaliðnum er hetta størsta gospelkonsert síðani Michael W. Smith vitjaði í 1996.
Við sær hevur Rebecca St. James eisini týsku Sarah Brendel. Sarah fer at hita áhoyrararnar upp áðrenn konsertina í Kelduni, men fer harumframt sjálv at hava konsertir í Føroyum dagarnar eftir konsertina í Kelduni. Hesar verða í Christianskirkjuni í Klaksvík, Berøa í Saltangará og í Havnar kirkju.
Sarah Brendel hevur ligið nummar eitt á almenna hittlistanum í Týsklandi í 20 vikur og er í løtuni við at fóta sær á amerikanska marknaðinum.
Fyrireikararnir upplýsa, at konsertirnar við Sarah Brendel eru ókeypis, og at konsertin við Rebecca St. James kostar 275 kr. Atgongumerkir verða at fáa í Shell og Vár, nærri verður lýst um hetta seinni.
Tað er felagið Gjamma, sum stendur fyri konsertunum. Meir fæst at vita á www.gjamma.com, har atgongumerki eisini kunnu bíleggjast umframt at fløgur hjá Rebecca St. James og Sarah Brendel kunnu fáast fyri serligan prís nú.