Rebekka Fuglø úr Treysti og Hallur Holm úr Bragdinum vunnu FM-kappingina í lendisrenning, sum var fyrrapartin í dag við yvir 80 rennarum.
Samstundis sum hetta var kappingin um føroyameistaraheitini í lendisrenning, var hetta eisini fimta umfar í TF-vetrarkappingini. Renningin var í Hoydølum, og teir yvir 80 rennarar, sum vóru til start, eru nógv mesta tal nakrantíð í hesi FM-kappingini.
Heimasíðan hjá Frælsa Ítrótti Føroya veit at siga, at líkindini at renna vóru avbera góð og lendið var turrari enn væntað, nú kavi hevði verið fyrr í vikuni.
Í TF-vetrarkappingini er Rigmor N. Arge úr Hvirluni framvegis á odda hjá kvinnum, men hjá monnunum yvirtók Hallur Holm úr Bragdinum oddasessin frá Jan Elmari Sørensen úr Treysti.
Niðanfyri er yvirlit yvir trý tey fremstu í teimum ymsu bólkunum:
Kvinnur - opin bólkur
1. Rebekka Fuglø, Treysti, 38:35
2. Rigmor N. Arge, Hvirlan, 39:04
3. Borgarhjørt Holm, Bragdið, 39:52
Menn - opin bólkur
1. Hallur Holm, Bragdið, 32:34
2. Rúni Seloy, Bragdið, 32:45
3. Sam Vang, Bragdið, 33:12
Kvinnuunglingar
1. Sofia Celebie Joensen, 01:01:06
Mansunglingar
1. Rúni Seloy, Bragdið, 32:45
2. Julian Gregersen, Treysti, 33:31
3. Jákup Dahl Ljósstein, Hvirlan, 39:03
Gentur
1. Maria Biskopstøð, Treysti, 11:22
2. Oddvør Josephsen, Treysti, 12:13
3. Elin Kristina Ryan, Treysti, 12:55
Dreingir
1. Niklas Kruse, Bragdið, 10:41
2. Gunnar Sivertsen, Treysti, 10:51
3. Rúni Skarðhamar, Roynið, 11:04
Kvinnur - veteranar
1. Rigmor N. Arge, Hvirlan, 39:04
2. Borgarhjørt Holm, Bragdið, 39:52
3. Duruta R. á Lofti, Bragdið, 40:53
Menn - veteranar
1. Hallur Holm, Bragdið, 32:34
2. Martin Gravesen, Bragdið, 33:44
3. Henry Olsen, Bragdið, 35:26
Kvinnur - superveteranar
1. Jóngerð Høgnesen, Bragdið, 52:48
2. Jessie Hansen, Bragdið, 52:49
Menn - superveteranar
1. Jens R. Weihe, Frælsi, 37:41
2. Bent H. Jakobsen, Bragdið, 44:06
3. Jóanes Ortind, Bragdið, 46:18