Bogaskjóting
Føroysku bogaskjúttarnir endaðu sínar oyggjaleikir fyrrapartin í dag, tá teir skutu liðkappingina í face-to-face.
Stóra føroyska hetjan á bogaskjótibreytini hevur verið Annika Vang, sum undan hesum hevði vunnið trý av trimum møguligum gullmerkjum, og tað var við stíli, at hon og teir báðir menninir á liðnum skutu seg til gullið í dag.
Byrjanin alt at siga
Nervarnir hava um ikki alt, so í øllum førum øgiliga nógv at siga, tá skotið verður face-to-face, og tað var sjónligt, at føroyska sjálvsálitið var í toppi eftir fyrsta umfarið, har okkara løgdu seg átta stig fram um Rhodos.
Og so gekk tað bara ein veg. Samlaða stigatalið hjá føroyska liðnum gjørdist 192, sum er heili 10 stig meira enn gamla metið. Rhodos fekk tilsamans 169 stig, so tað ber illa til at siga annað, enn at føroysku skjúttarnir bukaðu mótstøðuna. Og tað var Hans Petur Højgaard als ikki ósamdur í, tá vit prátaðu við hann eftir sigurin.
- Her var eingin ivi um úrslitið. Vit byrjaðu væl, og so koyrdi tað bara. Tú ert púrasta róligur, tá tú veitst, at tað gongur liðnum væl, so nervarnir sluppu als ikki at spilla spælið hjá okkum, segði Hans Petur Højgaard.
Orkney var yvirvaldið
Í Compound hava føroyingar vanliga staðið seg sera væl – eisini í hesi kappingini, men tað gekk akkurát ikki føroyska liðnum hesaferð.
Føroyska úrtøkan í finaluni móti Orkney var 209 stig, sum absolutt kann góðtakast. Men tað hjálpti ikki tað heilt stóra, tá Orkney, sum fyri fyrstu ferð hevði heilt compound-lið við á leikunum, skeyt seg upp á 214, ið er tað sama, sum oyggjaleikametið. Eitt met, sum tað nú eru fýra lond, sum eiga sín part í. Jersey í 2003, Hetland í 2005 og Føroyar í 2007 skutu nevnliga øll 214 stig í finaluskjótingini.