Í fimtiárunum var Red Barnet partur av eini verkætlan saman við donskum og grønlendskum myndugleikum, at tvangsflyta 22 grønlendsk børn frá foreldrum teirra. Nú hevur felagsskapurin persónliga biðið børnini um umbering. Leikluturin hjá Red Barnet var óhóskandi og niðrandi, sigur felagsskapurin.
- Eg haldi ikki, at tann pína, sum vit sjálvandi hava volt teimum, hvørvur. Men hetta er okkara møguleiki at biðja um umbering fyri tann leiklut, vit søguliga hava havt, sigur verandi aðalskrivari í Red Barnet, Jonas Keiding Lindholm við DR.
Red Barnet var við í útveljingini av 22 børnum, sum vóru send til fosturfamiljur í Danmark. Her skuldu tey læra danskt og síðani venda aftur til Grønlands sum fyrimyndir. Í staðin mistu fleiri av børnunum alt samband við grønlendsku familjuna og mentanina.
Red barnt hevur biðið um umbering eina ferð fyrr. Tað var í eini útvarpssending í 2010, men felagsskapurin ásannar, at hendan umbering ikki var nóg beinleiðis rættaði móti fólkunum, ið vóru tikin sum børn. Tí skal felagsskapurin seinni í dag møta hesum fýra av teimum 22 fólkunum andlit til andlit.
- Um tey ynskja eina skrivtliga umbergin, so kan eg ikki ímynda mær, at vit ikki eisini eftirlíka hesum ynskinum, sigur Jonas Keiding Lindholm.
Danska stjórnin hevur enn til góðar at biðja grønlendingar um umbering fyri sín leiklut.