Regin Abrahamsen 60

Í dag, 1. oktober, fyllir Regin Abrahamsen í Nakskov 60 ár

Hann er føddur í Oyndarfirði, sonur Janu Eldevig úr Elduvík og Hans J. Abrahamsen úr Oyndarfirði.
Regin tók læraraprógv á Haslev Seminarium í 1969. Hann var lærari í Nyker á Bornholm til 1971, síðani í Stormarnskolen í Nakskov til 1981, í Fuglafirði til 1983 og síðani tað aftur í Nakskov.
Hann hevur verið á fleiri ársskeiðum og øðrum skeiðum, serliga í alisfrøði, elektronikki, EDV, fotolæru og sjónbandaupptøku. Um kvøldarnar hevur hann undirvíst á ungdómsskúlanum í Nakskov. Hann ger nógv við at telva og hevur verið formaður í talvfelagnum í Nakskov.