Hetta er ein stórur heiður. Tað er eitt herðaklapp fyri at vísa framfýsni og áræði, sum hevur ført til, at felagið eg ment og vaksið.
Tað segði Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost, tá ið hann takkaði fyri heiðurin, tey fingu í dag, tá ið Bakkafrost fyri aðru ferð, var kosið at vera ársins virki í Føroyum.
Les eisini: Bakkafrost er ársins virki í ár
- At hetta letur seg gera, er bara tí at vit hava dugnalig starvsfólk, við nógvum royndum og góðum, fakligum førleikum, sigur Regin Jacobsen.
- Hóast kappingin er hørð, og vit kappast ímóti fyritøkum, ið eru nógv størri enn vit, hevur starvsfólkið á Bakkafrost skapt úrslit í heimsflokki.
- Í felag røkka vit teimum málum, vit hava sett og tí eru felag okkara fram í oddinum.
Tað eru 800 starvsfólk í Bakkafrost, og nógv av teimum eiga eisini í felagnum. Og síðani Bakkafrost fór á keypsskálan, hevur hvørjum einasta føroyingi staðið í boðið at eiga í Bakkafrost, og tann møguleikan hava fleiri tikið av.
Men Regin Jacobsen vildi kortini, at enn fleiri høvdu tikið av.
- Hesi seinastu árini hevur gingið væl, og fleiri hava havt hug at róð afturá aftur. Men soleiðis erí lívsins viðurskiftum: Tá ið tað gongur væl, er hugurin at vera við, stórur, men tá ið tað gongur mini væl, er hugurin eisini minni, sigur hann.
Vit hava meiri seinni.