Regn og eingir pengar

Tað hevur verið stak friðarligt í nátt hjá politinum, sum einki hevur at fortelja

Tað hevur verið stak friðarligt í nátt hjá politinum, sum einki hevur at fortelja.

 

Tað hevur verið stak friðarligt. Vit hava onga fráboða fingið, og vit hava einki havt at gjørt.

 

Tað sigur vakthavandi á politistøðini í Havn.

 

Hann hevur eisini sína meting av, hví tað hevur verið so friðarligt.

 

Tað hevur regnað illa, og so hava fólk ikki fingið sína mánaðarløn enn, sigur vakthavandi.