Reiðarafelagið sigur ikki sannleikan

Mortan Berjastein, nevndarlimur í Føroya Fiskimannafelag, heldur Føroya Reiðarafelag pynta seg við lántum fjaðrum.

 

Tað passar ikki, at føroyska fiskivinnan er stuðulsfrí. Tað sigur Mortan Berjastein, nevndarlimur í Føroya Fiskimannafelag. Hann vísir til lýsingaherferðina hjá Føroya Reiðarafelag, har høvuðsboðskapurin er, at føroyska fiskivinnan er stuðulsfrí.

 

Eftir hansara tykki eigur avreiðingargjaldið fyri at landa fisk uttanlands, tvær krónur fyri kilo, at roknast sum ein stuðulsskipan. Árliga virðið frá avreiðingaravgjaldinum er 200 milliónir krónur.

- Fakta er tískil, at føroyska uppsjóvarvinnan á landi er stuðlað í høvd og reyv, sigur hann og sipar til, at føroysku uppsjóvarreiaríini eiga bróðurpartin av føroysku uppsjóvarvirkjunum, sum fáa fiskin eini 200 milliónir krónur bíligari, enn um talan var um fría kapping.

 

Hann heldur tað heldur ikki vera rætt, tá Føroya Reiðarafelag førir fram, at reiðararnir hava rindað 130 milliónir krónur í loyvis- og tilfeingisgjøldum. Hann vísir á, at manningarnar hava rindað ein stóran part av tilfeingisgjaldinum.

- Tað merkir eisini, at manningarnar hava goldið ein triðing av hasum 130 milliónum krónunum, sum reiðararnir í filminum hjá Føroya Reiðarafelag reypa av at hava goldið í loyvis- og tilfeingisgjøldum, sigur hann.

 

Les brævið her.