Fleiri tónleikakøn hava sagt, at Reiley hevur góðar møguleiakr at klára seg væl í altjóða Euro Vision finaluni í Liverpool í mai við sanginum “Breaking my heart”. Sambært fyrireikarunum í SMS, so gleðir hann seg eisini at sleppa á pall í Føroyum.
– Og vit í SMS eru sera glað fyri at geva Føroya fólki møguleika at hoyra føroysku stjørnina í heimbýnum hjá sær, skrivaði SMS í tíðindaskriv í síðstu viku.
Tað verður nú seinnapartin klokkan 16.30, at Reiley fer á pallin á Torginum í SMS at framføra tveir sangir, men fyrst fer Heðin Mortensen, borgarstjóri, at bjóða Melodi Grand Prix vinnaranum og øllum øðrum vælkomnum.
Eftir framførsluna verður tað eisini møguleiki at fáa bæði eina autograf og eina selfie við Reiley, skrivar SMS.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##
##med12##
##med13##
##med14##
##med15##
##med16##
##med17##
##med18##
##med19##
##med20##