Undir yvirskriftini ?Fá bilin vaskaðan innan og uttan, meðan tú fert til handils?, skipar 9. b á Venjingarskúlanum fyri bilvaski uttanfyri SMS leygardagin Tiltakið byrjar klokkan 11 og heldur fram til kl. 15 á parkeringsøkinum ímillum Føroya Banka og Meinigheitshúsið í Havn.
Til ber at avlevera bilin, sum so verður vaskaður, meðan fólk fara til handils ella at hugna tær í SMS ella í miðbýnum. Kostnaður er kr. 50 fyri at vaska bilin uttan og kr. 50 fyri at vaska bilin innan.
Tað er 9.b á Venjingarskúlanum sum skipar fyri bilvaskinum, fyri at savna sær pening til at fara á seturskúla í Noregi komandi vetur.