Føroysku kvinnurnar spæla í løtuni móti Bermuda á oyggjaleikunum. Føroysku kvinnurnar eru undan dystinum ein stórur favorittur, og tí er væntandi at Føroyar fer at vinna dystin. Hetta er seinasti dystur í innleiðandi runduni, og í morgin spæla føroysku genturnar hálvfinalu.
Dysturin byrjar nú klokkan 15:00, og vit fara at uppdatera á in.fo leypandi gjøgnum dystin.
Føroyar-Bermuda 3-0
1 sett: 25-10
2 sett: 25-12
3 sett: 25-11
3 sett:
Føroysku kvinnurnar vunnu aftur hesa ferð ein sannførandi sigur. Dysturin móti Bermuda endaði við einum 3-0 sigri til føroysku kvinnurnar, eftir at triðja settið endaði 25-11.
Føroysku kvinnurnar hava nú reint borð til oyggjaleikirnar, har tær hava vunnið allar dystirnar og øll settini.
Triðja sett (Føroyar-Bermuda) 3-0, settið endaði 25-11
2 sett:
Annað sett er nú eisini júst liðugt, og føroysku kvinnurnar vunnu aftur. Munurin var tó minni hesa ferð, tí føroysku kvinnurnar vunnu 25-12. Alt bendir tí á, at føroysku kvinnurnar koma at vinna enn ein 3-0 dyst.
Annað sett (Føroyar-Bermuda) 2-0, settið endaði 25-12
1 sett:
Fyrsta sett verður spælt í løtuni, og júst nú hevur Bermuda tikið time-out. Føroysku kvinnurnar eru komnar væl frá byrjan, og føra 8-3 í fyrsta settinum.
Fyrsta sett er júst liðugt, har føroysku kvinnurnar vunnu sannførandi 25-10. Føroyar er tí á odda 1-0 í løtuni.
Fyrsta sett (Føroyar-Bermuda) 1-0, settið endaði 25-10 til Føroyar
Á føroyska kvinnulandsliðnum spæla hesar:
Anja Danielsen, Fleyr
Anna Sunadóttit Hansen, Dráttur
Birgit Guttesen, Amager
Birita Joensen, KÍF
Eina Stephania Kalsø, Amager
Elisabeth Purkhús, Mjølnir
Eva Winther Nagata, Fleyr
Femja Fróðadóttir Mortensen, TB
Guðrun Simona Lindenskov Joensen, KÍF
Karina Poulsdóttir Debes, VLI
Sofía Purkhús, Amager
Sóley Mørch Poulsen, KÍF
Urd Tormóðsdóttir Traðará, Aalborg
Venjarar eru Boban Ilic og Bartal Eliasen.