Reisa minnisvarða á Skarði

Tað var skaðadagurin mikli sum rakti lítlu bygdina á Kunoynni hin 23. desember fyri skjótt 100 árum síðani. Nú er nevnd at sett at skipa fyri ymiskum tiltøkum í hesum sambandi.

Til tess at samskipa hesi tiltøkini er Felagið Skarðsbygd stovnað, og hevur longu havt fleiri tiltøk.

Tað kostar sjálvandi at skula gera hetta, og serliga fer kostnaðurin at reisa ein minnisvarða avstað við rættiliga nógvum peningi.

Á aðalfundi í felagnum í farna mánaði varð víst ein mynd av einum modelli av minnisvarðanum. Tað ljóðar, at hetta uppskotið er bæði snotiligt og forvitnisligt.

Ikki óvæntað samtykti fundarfólkið einmælt at taka undir við hesum uppskotinum til minnisvarða, sum listamaðurin Hans Pauli Olsen skal gera.

Talan er um ein rættiliga stóran og tungan minnisvarða, sum tí má flytast út higar í fleiri umførum við tyrlu.

Ætlanin er at fáa hann settan upp á Skarði komandi ár, saman við øðrum tiltøkum í hesum sambandi. Sum skilst er ætlanin eisini at hava okkurt tiltakið tollaksmessudag á Skarði. Men sjálvandi – tað veldst alt um veðrið hesa ársins tíð.

Umframt hetta arbeiðir Felagið Skarðsbygd við eini ætlan um at geva út eina bók komandi ár. Her verður nógv spennandi og forvitnisligt tilfar í.

Í øllum førum er líkt til, at nógv tiltøk verða á skránni hetta komandi árið – bæði á Skarð og aðrastaðni.

snorri@sosialurin.fo 








FAKTA


Skarð – ein avtoftað bygd

Skarðsbygd bleiv hart rakt tann tiltikna skaðadagin, Tollaksmessudag (23. desember) í1913, tá ið tríggir bátar, við 19 monnum, gingu burtur í Norðoyggjum, ein úr Norðdepli, ein úr Kunoy og Skarðsbáturin.

Alt tað arbeiðsføra mannfólkið á Skarði, 7 mans, sjólótust hendan dagin, og hetta førdi við sær at bygdin avtoftaðist so líðandi. Tey seinastu fólkini fluttu í 1919.