Áhugi í Íslandi fyri føroyskum tónleiki
Ein av luttakarunum á sølustevnuni Rek-Tór, sum var í Íslandi í vikuskiftinum, var plátufelagið TUTL.
Tutl seldi fleiri fløgur í Íslandi, enn væntað frammanundan
Sum liður í samstarvi millum Ísland og Føroyar, var í fjør skipað fyri sølustevnuni Tór-Rek í Havn. Í vikuskiftinum var skipað fyri líknandi stevnu í Reykjavík, nevnd Rek-Tór, har nógvar føroyskar fyritøkur nýttu høvi at gera vart við vørur og tænastur sínar í Íslandi.
Kristian Blak, dagligur leiðari í Tutl, er væl nøgdur við luttøkuna á Rek-Tór í Íslandi. Tutl hevur fleiri handilssambond í Íslandi. Umframt at knýta sambond, so vórðu verðandi sambond styrkt.
Nógv fleiri føroyskar fløgur vórðu eisini seldar, enn roknað var við. Og talan er um tónleik av øllum slag. Klassiskur tónleikur hevði stóran áhuga, eins og allur tónleikur við føroyskum teksti. Bæði sjómansrímur og rocktónleikur. Savnfløgurnar "Grót føroyskt" og "Rock from the cold seas" gingu eisini, sum heitt breyð.
Harmonikufløgan Grannar hevði eisini áhuga hjá teimum vitjandi á básinum hjá Tutl í Reykjavík. Nógv av teimum vitjandi vóru vaksin og eldri fólk.
Rasmus
Staðfestast kann, at áhugin fyri føroyskum tónleiki er stórur í Íslandi. Eins stórur, sum tá sangurin Rasmus kom fram á sinni, og enn verður spurt eftir hesum sangi. Tað merktu bæði tey í Tutl og bólkurin TAXI, ið luttók á stevnuni, umframt at spæla ymsastaðir í Reykjavík.
Tutl hevur samstarv við felagið Japis, ið selur tónleik í Íslandi. Hetta samband er styrkt, og felagið umboðar Tutl í Íslandi. Eisini Jens Guð, fagurskrivarin og rockserfrøðingurin, sum vitjaði í Føroyum í heyst, umboðar Tutl í Íslandi.
Bæði Kristian Blak og Rakul Petersen frá samtakinum NORA, ið eisini var á stevnuni, og sum dagliga samstarvar við Tutl, eru væl nøgd við ferðina í Íslandi. Tey eru samd um, at tað at vera á staðnum, gevur øðrvísi sambond og er meira hugvekjandi fyri allar partar, enn ein samrøða í telefonini.
Hatespeech á Nordpop
NORA og Tutl, sum samstarvaðu um fløguna "Rock from the cold seas, sum Jens Guð tók stig til, fegnast um góð úrslit.
Eitt úrslit av ferðini er, umframt sølu og sambond, at eitt umboð av fløguni "Rock from the cold seas" er boðið at luttaka á festivalinum Nordpop, sum verður í Íslandi í oktober. Talan er um ráðstevnu fyri ung, har m.a. sonevndar workshops og konsertir eru á skránni. Væntandi luttekur Hatespeech á festivalinum.
Hetta verður eisini mett sum frálíkt høvi at gera vart við fløguna.
Harmonikubólkar
Eisini settu fólk seg í samband við Kristian Blak, sum hava ætlanir um at skipa fyri stevnu fyri harmonikuleikarar í juli uttan fyru Reykjavík.
Eru leikarar í Føroyum áhugaðir, so eru teir væl komir at frætta nærri frá Kristiani Blak, ið eisini fekk samband við fólk, ið skipa fyri fólkatónleikastevnum.
Íslendingar spæla føroyskt
Ein liður í samstarvinum hjá Tutl við íslendingar er, at Tutl í næstum gevur út fløgu, har Blásarakvintett Reykjavíkar spælir tónleik eftir føroyskar tónasmiðir. Eini limurin í Blásarakvintett Reykjavíkar er hálvur sumbingur og umboðar hann Tutl í Íslandi á klassiska økinum. Kvintettin skal leika verk eftir E.N. Debes, K. Blak, A. Petersen, S. Rasmussen, P. í Sandagerði og K. Bæk.
-------------------------------------------------
Handil við føroyskum tónleiki í Reykjavík
Um stutta tíð letur upp handil í Reykjavík, ið m.a. umboðar føroyskan tónleik
Jens Guð, sum fyri stuttari tíð síðani vitjaði í Føroyum og hevði kaligrafiskeið fyri føroyingum, er fjøltáttaður maður. Hann tók stig til norðurlendsku fløguna "Rock from the cold seas", ið Tutl og NORA í felag fingu á marknaðin.
Nú hevur hann ætlanir um at hava handil í Reykjavík, har føroyskar fløgur eru at fáa, umframt t.d. íslendskar, indianskar og grønlendskar fløgur og harumframt sonevndur "relax tónleikur".
Harumframt ætlar Jens Guð, at handilin skal vera eitt slag av heilsubúð. Her hugsar hann t.d. um at selja indiskt the og so framvegis, so ivaleyst verður hetta ein spennandi og fjølbroyttur handil at vitja.
----------------------------------------------------
Trítáttað samtak í Morgunblaðnum
Vónar øktan samhandil við Ísland og onnur Norðurlond
3'arin í SMS luttók eisini á sølustevnuni Rek-Tór í Reykjavík. Morgunblaðið fekk prátt við stjóran, Gissur Patursson. Greitt verður frá, at 3'arin heldur til í SMS, har eini 40.000 vitjandi ganga um gólvið hvørja viku.
Gissur greiðir frá, hvussu handilin, har 3 handlar samstarva innan myndir, skreyt og tónlist, spratt úr kreppuni, ið legðist á Føroyar fyrst í nítiárunum. Handlarnir samstarva um t.d. skrivstovu og bókhald. Samstarvið riggar væl, sigur Gissur við Morgunblaðið.
Gissur og 3'arin eru farnir undir at geva út føroyskan tónleik. Hetta var ikki ætlanin at byrja við.
Gissur sigur, at upprunin er, at teir vilja stuðla føroyskum tónlistafólki. Við luttøkuni á stevnuni Rek-Tór vónar 3'arin at gera føroyskan tónleik sjónligari í Íslandi.
Ein liður í hesum var, at bólkurin TAXI luttók á stevnuni. 3'arin hevur latið gera stakfløgu við bólkinum, og kundu gestir á Rek-Tór eisini á henda hátt kunna seg um tónleikin hjá TAXI.
Gissur sigur við Morgunblaðið, at hann vónar øktan samhandil við Ísland og eisini onnur Norðurlond.