Í sambandi við, at ein grind verður rikin á Sand boðar sýslumaður fyri Sandoyar sýslu frá, at grindaøki er lýst ein fjórðing kring grindaøki – eisini uppi yvir grindaøkinum.
Hesum boðar vaktleiðarin á politistøðini í Havn frá.
Hann visti tó ikki at siga, hvussu stór grindin var, ella um nógvir bátar eru hjá grindini.
Sýslumaðurin heitir á óviðkomandi um at halda seg burtur frá grindaøkinum.