Grindin, sum varð funnin í Hestfirði seinnapartin, verður nú rikin á Leynasand.
Hanus Højgaard, sum er grindaformaður í Streymoyar sýslu, var annas í Hestfirði, men hóast tað rak suður, vildi grindin bara inn móti landi og norðureftir.
Tað vóru bara tveir bátar hjá grindini, og hvørja ferð teir nærkaðust henni, kavaði hon. Tað vísti seg at vera ógjørligt at fáa rakstur á hana suðureftir, hóast líkindini skuldu verið góð at riki hana á Havnina, so gjørdist einki. Vit samdust tí við sýslumannin um at reka hana á Leynasand, sigur Hanus Højgaard.
Fleiri bátar eru komnir til grindina, og teir reka hana sum nevnt vestureftir.
Tað er annars nakað síðani, at grind var í Havn, men Hanus Højgaard vónar, at tað kemur ein grind um ikki so langa tið.
Nú treingja vit til eina stóra grind í Havn, og nú tykist, sum hon er komin undir landið, og tað er ikki farið av allari grindatíð enn. So vónandi kemur ein um hesar vegir áðrenn alt ov leingi umlíður, sigur Hanus Højgaard, grindaformaður.