Rekkjukoyring í Sandoynni 30. desember

- Tiltakið er bæði fyri fólk í Sandoynni og onnur, sum hava hug at koma suður at koyra. Øll eru hjartaliga vælkomin at verða við til hetta hugnaliga og festliga tiltak, siga fyrireikararnir 

 

Týskvøldið hin 30. desember – ella næst seinasta dag í árinum – verður aftur skipað fyri rekkjukoyring í Sandoynni.

Hetta er eitt hugnaligt tiltak har tey, sum eru við, fáa eina festliga løtu saman, og áskoðarar sleppa at síggja nakrar vælpyntaðar bilar.

- Hetta er eitt kvøld fylt við lívi, góðum stemningi og flottum bilum, siga tey, sum skipa fyri rekkjukoyringini í Sandoynni. 

Tey gleða seg at síggja nógvar og vælpyntaðar bilar, bæði stórar og smáar - úr Sandoynni og aðrastaðni.

- Vit gleða okkum at síggja tykkum øll, bæði tykkum, sum koma at koyra og øll, sum vilja sígga pyntaðu bilarnar koyra ígjøgnum bygdirnar.

Byrjað verður sum altíð á Skopunarkai, og haðani verður koyrt runt í bygdini í Skopun, áðrenn leiðin verður løgd til Sands. 

Eisini á Sandi verðu koyrt í einari rutu gjøgnum bygdina, har steðgað verður niðri við havnarlagið á Sandi eina løtu.

- Síðan verður farið eystureftir – fyrst til Húsavíkar og síðan til Skálavíkar, og rekkjukoyringin endar aftur í Skopun.

Túrurin tekur smáar tveir tímar tilsamans, og í Skopun verður flottasti bilurin funnin, og vinnarin fær eina virðisløn.

 

##med2##

- Komið øll við og pyntið bilin – so fáa vit eitt hugnaligt og festligt kvøld saman, siga fyrireikararnir.

 

Tiltakið er bæði fyri fólk í Sandoynni og onnur, sum hava hug at koma suður at koyra rekkjukoyring týskvøldið hin 30. desember.

- Øll eru hjartaliga vælkomin at verða við, leggja tey aftrat.

Tað eru systkini, Andrea Tungá og Jógvan Finnur Thomsen, ið standa sum fyriskiparar av rekkjukoyringini í Sandoynni.