Fótbóltur
Optimisman var blivin stór í EB/Streymi eftir sigrarnar á B86 og B36. So stór, at prátið var byrjað í krókunum.
- Tað hevði verið stuttligt at hevnt 2006.
Tað var nevniliga tá HB fekk meistaraheitið í seinasta umfari.
Hópurin hjá Heðini Askham hevði helst ikki so góðar vónir til hetta, men skuldi nøkur vón verða, so var kravið at vinna á NSÍ.
Runvíkingar høvdu framman undan dystinum funnið seg í veruleikanum, at annað plássið er tað, teir skulu kempa fyri, og at hetta kundi koma nógv nærri við einum sigri á EB/Streymi.
Tí var lagt upp til ein dyst, har báðir partar veruliga fóru inn fyri at vinna. Og tað gjørdu teir eisini.
Álop betri enn verja
Longu frá fyrsta bríksli vísti tað seg, at bæði liðini spældu rættiliga frítt, og eini fýra hálvir og heilir møguleikar vóru til hvørt liðið, áðrenn tíggju minuttir vóru spældir.
Hjá NSÍ vóru tað serliga Christian Høgni Jacobsen og Karoly Potemkin, sum vóru sera ágangandi, meðan verjan hjá EB/Streymi ikki fekk so nógvan stuðul frá miðvøllinum, og tí bleiv rættiliga nógv pláss.
Í hinum endanum sá rættiliga líka út. Sorin Anghel, Hans Pauli Samuelsen og Arnbjørn Hansen fingu rættiliga nógv pláss millum verjuna og miðjuna hjá NSÍ, so spælið gekk skjótt hvønn vegin, hóast ikki allar avleveringar og allar temjingar vóru perfektar.
Hetta seinasta kemur helst av, at bæði liðini spældu so skjótt, at beinini ikki altíð megnaðu at fylgja við tí, sum høvdið vildi.
Eitt »deytt« korter
Um miðjuna av fyrra hálvleiki sýntust spælararnir rættiliga móðir av at tuska aftur og fram eftir vøllinum, og hetta hevði við sær, at góð tíð var tikin um hvønn einasta deyðbólt og ferðin fór eitt sindur niður. Hinvegin var spælið framvegis gott, og nú blivu eisini fleiri dystir á miðvøllinum.
Tá korterið restaði av fyrra hálvleiki byrjaði skjóta spælið aftur, fleiri møguleikar komu, og EB/Streymur fekk eisini mál.
Øgiligur intensitetur
Seinni hálvleikur byrjaði ikki heilt sum fyrri endaði. Spælararnir vóru eitt sindur varnari og NSÍ hevði bóltin nógv meira, meðan EB/Streymur royndi seg meira við kontrafótbólti.
Onkustaðni í høvdinum hjá EB/Streymsleikarunum hevur uppskriftin, sum ofta hevur riggað ligið. Skora fyrsta málið og kontra fyri rest.
Hetta ætlaðu Christian Høgni Jacobsen og hinir ikki, og brátt var støðan 1-1.
Soleiðis helt seinni hálvleikur fram. Liðini skiftust um at hava trýst á málunum hjá hvørjum øðrum, og tá so nógvir møguleikar er, sum tað vóru í gjár, so er ilt at taka dagar ímillum, hvør hevði fleiri stórar møguleikar. NSÍ hevði fleiri skot á træverkið, og kanska Arnbjørn Hansen kennir, at hann átti brotspark í dystinum, men liðini fingu so eitt mál í part afturat.
Og tá Bárður Mortensen helt, at liðini høvdu fingið nóg nógva tíð at stríðast fyri sigri, var støðan 2-2.
Hetta merkir so, at EB/Streymur nú má gloyma HB heilt, og heldur staðfesta næstfremsta plássið. Meðan NSÍ misti tvey stig í stríðnum um annað plássið, hóast tað kanska ikki ger allan munin.