Fleiri av føroysku útisetunum hava verið í dysti í næstbestu deildini í Danmark í dag. Teirra millum René Shaki Joensen, sum spældi allan dystin fyri Vendsyssel, sum spældi málleysan javnleik móti Roskilde.
- Tað er feitt at vera við aftur, eftir ein so drúgvan skaðasteðg. Eg spældi høgri kantur og eg haldi tað gekk væl. Eg fekk brúkt ferðina hjá mær eitt sindur og eg byrji at orka betri og betri, sigur René Shaki Joensen.
Hin føroyingurin í Vendsyssel, Meinhard E. Olsen, sat á bonkinum allan dystin. Við javnleikinum er framvegis ájavnt millum Vendsyssel og Roskilde við hvørsínum 46 stigum á fjórða og fimta plássi.
Jákup Thomsen, sum er útleigaður frá FC Midtjylland til Skive, kom á vøllin seinasta korterið í toppdystinum móti Hobro, sum eisini vann dystin 1-0. Jákup Thomsen hevur verið darvaður nakað av skaða í seinastuni, men kennir á sær, at hann er við at koma fyri seg.
Finnur Justinussen fekk seinastu fimm minuttirnar, tá Fremad Amager vann 2-0 á HB Køge. Við sigrinum hevur Fremad Amager flutt væl frá niðurflytingarstríðnum. Heini Vatnsdal skaddur og spælir ikki aftur fyrr enn í summar.
Viljormur Davidsen spældi allan dystin og var liðskipari, tá Vejle BK spældi javnleik 2-2 móti AB. Vejle BK er sum so leyst av niðurflyting, men tað iðrar nokk Viljorm Davidsen og hansara liðfelagar, at AB javnar seint í dystinum.
Tað eru fýra umfør eftir av hesum kappingarárinum í næstbestu deildini í Danmark. Her er støðan í deildini:
(Livescore.com)
1
29
20
53
2
29
-4
48
3
29
12
47
4
29
7
46
5
29
2
46
6
29
3
40
7
29
5
37
8
29
1
37
9
29
-5
36
10
29
-9
36
11
29
-5
31
12
29
-27
19