Renault vann heimsmeistarahetið fyri lið

Koyringin á Shanghai breytini var tann síðsta í hesum formel 1 árinum, og tað vóru longu fleiri vikur síðan, at Fernando Alonso kundi rópa seg yngsta heimsmeistara í formel 1 nakrantíð, eftir var bara æra at berjast fyri hjá teimum flestu, umframt heimsmeistaraheitið fyri lið. Eins og í heimsmeistaraheitinum fyri koyrarar vann Renault heimsmeistaraheitið fyri lið.


McLaren-Mercedes megnaði als ikki at avbjóða Fernando Alonso í dag, og tá Montoya varð noyddur at gevast, var greitt at teir ikki fóru at klára at takað meistaraheitið frá Renault.
Ferrari høvdu ein sera ringan dag, við hvørgum bili í stigunum, men megnaðu alíkavæl at halda fæst í triðja pláss í kappingini um meistaraheitið fyri lið.
Minardi, Sauber, Jordan og BAR nøvnini verða ikki við í næsta kappingarárið, men av hesum var tað einans Sauber, ið endaði við røttum ryggi. Felipe Massa fekk eitt sætta pláss, og hetta er eitt sera gott úrslit, har sveitsiska liðið við Ferrari motori smurdi Ferrari av, tó er triðj seinasta plássið í kappingini um meistaraheitið fyri lið ikki nøktandi fyri Sauber.
Jenson Button í BAR-Honda fekk eisini eitt stig, men áttanda pláss er als ikki nøktandi fyri bilin ið var næstur í meistaraheitinum í fjør, í ár gjørdist liðið nummar seks í meistaraheitinum.
Jordan og Minardi sluppu ikki í stigini í hesið koyringini. Men Tiago Monteiro á ellinta plássi, kann ivaleyst verða nøgdur við at hava hildið Rubens Barrichello í Ferrari aftan fyri seg. Hesið liðini fingu tey bæði aftarstu plássini í kappingini fyri lið 2006.