Rendi á parkeraðan bil niðan fyri Norðskálatunnilin

- Her var stórur skrokkskaði og fólkini, sum gjørdust partur av óhappinum, vórðu flutt á Landssjúkrahúsið, sigur løgreglan.

 

Í gjár hoyrdu vit um eitt ferðsluóhapp, sum hendi nakað vestan fyri Norðskálatunnilin - ella á leiðini millum tunnilsmunnan og rundkoyringina oman fyri Norðskála.

 

Tá løgreglan bar tíðindini gjáramorgunin, var ikki greitt júst, hvat var hent - um talan var um frontalan samanstoyt, ella um aftari bilurin møguliga hevði koyrt í hin fremra.

 

Men, nú veit løgreglan meira greitt, hvussu ferðsluóhappið hendi.

 

- Tað var ein bilur, sum stóð parkeraður við vegin, sum varð árendur av einum bili, sum kom aftanífrá. Vit vita ikki í løtuni, hví óhappið hendi - um tað møguliga var mjørki ella okkurt annað.

 

Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at hetta málið verður kannað og nærri lýst.

 

- Her var stórur skrokkskaði og fólkini, sum gjørdust partur av óhappinum, vórðu flutt á Landssjúkrahúsið. Tey fingu onkrar løstir, men ikki álvarslig mein, heldur løgreglan.

 

Seinnapartin í gjár hendi eisini eitt ferðsluóhapp við Norðadalsskarð, har tvey fólk eisini endaðu á Landssjúkrahúsinum til kanningar.

 

- Tað var serstakliga nógvur mjørki, tá óhappið hendi, og her sæst næstan einki, fingu vit at vita frá løgreglufólkunum, sum vóru á staðnum, sigur vaktleiðarin.