Rendi á Galvin við fullari ferð

30-fót glasfipurbáturin »Borgin« úr Klaksvík rendi hósmorgunin á land á Galvinum, og »Tjaldrið« var tíma seinni á staðnum og fekk bátin av aftur. Eingin skaði kom á bátin, sum sigldi aftur á Klaksvíkina

Um 8-tíðina hósmorgunin rendi 30-fót glasfipurbáturin »Borgin« úr Klaksvík á land á Galvinum. Einsamallur maður var umborð, og helst hevur hann tikist við okkurt annað, tá báturin brádliga rendi á land og stóð á turrum.

Maðurin fekk boðað Vaktar- og Bjargingartænastuni frá tilburðinum yvir fartelefonina, og um 9-tíðina var »Tjaldrið« hjá manni og báti.


Gleið av aftur

Sambært skiparunum á »Tjaldrinum«, Kára Horn, gekst væl at fáa bátin av aftur, hann fór mestsum av sær sjálvum.

Maðurin gekk á landi, tá Tjaldrið kom til, og tá báturin var fingin á aftur sjógv - endi varð settur á bátin - sigldi útróðramaðurin aftur til Klaksvíkar einsamallur.

Hetta er ikki nøkur vanlig uppgáva hjá Vaktar- og Bjargingartænastuni at hála landfastar bátar á sjógv aftur, men Kári Horn sigur, at tað kemur meiri enn so fyri, at menn stákast við eitt og annað, tá teir sigla fram við landi. Oftani eru teir einsamallir á báti, tá slíkt hendir, sigur skiparin á »Tjaldrinum«.