Upprunaliga var sáttmálin hjá René Shaki Joensen galdandi til í summar, men partarnir hava nú longt sáttmálan, so hann er galdandi árið út.
René hevur verið millum drúgvastu spælararnar hjá HB hetta kappingarárið. Hann hevur av álvara fingið sítt gjøgnumbort í vaksmannafótbólti, eftir at Heðin Askham flutti hann fram á miðvøllin.
Fyrrverandi Brøndby spælarin hevur ein dreym um at spæla uttanlands. Tað ljóðar, at hann í summar skal royndarvenja við Vendsyssel, sum hevur Hall Hansson í hópinum. HB hevur nú tryggjað sær, at René ikki blívur sáttmálaleysur fyribils.
Tað ljóðar eisin úr HB, at Rókur av Fløtum Jespersen verður tøkur, tá flytingarvindeygað letur upp. Umframt, so ljóðar at samráðingar eru um at fáa Heina Vatnsdal heim at spæla í seinnu hálvu. Hann hevur leitað sær avbjóðing í Danmark, men er endaður í ÍF Føroyum.
Hann hevur sáttmála við HB í Føroyum, sum hann tó sleppur úr, um hann fer til danskt felag.