McLaren Mercedes eru á heimabreytini hjá Mercedes, og vilja óiva fegin vísa, at teir hava tann besta bilin við tí besta motorinum. Teir eru uttan iva væl upplagdir, aftan á at Juan Pablo Montoya fekk sín McLaren bil fyrstan yvir um málstrikuna á Silverstone. Eisini megnaðarkoyringin hjá Kimi Räikkönen av einum tólvta plássi upp á triðja pláss, vísti ein sera sterkan McLaren Mercedes. Bæði á Silverstone og vikuna fyri á Magny Course gekk Mercedes motorurin hjá Kimi Räikkönen fyri í venjingunum áðrenn sjálva koyringina, hetta gevur +10 pláss í byrjunarstøðu, og Mercedes vóna ikki, at hetta hendir aftur hetta vikuskiftið á heimabreytini.
Renault eru uttan iva svangir eftir at vinna, aftan á at teirra stjørnukoyrari Fernando Alonso noyddist at taka til takka við einum øðrum plássi í seinastu koyring. Teir hava ein skjótan bil og eru á odda bæði í HM fyri koyrarar og fyri framleiðarar, og hesa støðu vilja teir ikki missa. Tí eru stig á Hockenheim sera týdningarmikil. Fernando Alonso er nú 26 stig frammanfyri Kimi Räikkönen á øðrum plássi í HM, meðan Renault eru 15 stig framman fyri Mclaren Mercedes í framleiðara kappingini.
Ferrari og týski heimsmeistarin Michael Schumacher fara uttan iva at royna at gera sítt besta, fyri at gleða týsku fjeppararnar. Schumacher vann í fjør, men hetta er annars ikki ein breyt, har hann hevur verið best, einans tríggjar ferðir hevur Schumacher vunnið her, og tað er væl minnið enn á flest øllum øðrum breytum.
Toyota koma til Hockenheim við rættuliga keðiligum úrslitum í seinastu koyringunum, men eisini við sera góðum byrjunarstøðum, sum slettis ikki eru blivnar brúktar í koyringunum. Hetta er slettis ikki nøktandi og Jarno Trulli, sum má metast sum fyrsti koyrari hjá liðnum, hevur alment funnist at liðnum. Hin Toyota koyrarin Ralf Schumacher hevur roynt at vunnið á Hockenheim, og eina heimasigur hevði uttan iva bøtt munandi um eitt sera ringt kappingarár.
Tann triðji týski koyrarin á breytini er Nick Heidfeld í Williams BMW, fyri tveimum mánaðum síðan, sá alt bjart út hjá Williams, við øðrum plássum breytini í Monaco og á Nurburgring lá fyrsti Williams sigurin í luftini, men so gekk tað knappiliga av skriðuni til, og seinastu vikurnar hevur tað als ikki verið nøktandi, liðið er vorðið eitt lið, sum endar uttan fyri stigini hvørja ferð.
Higartil hava fimm mans vunnið í ár: Giancarlo Fisichella, Fernando Alonso, Kimi Räikkönen, Michael Schumacher og Juan Pablo Montoya, tað er nokk ivasamt, at talið gerst hægri á Hockenheim, men sum altíð í formel 1 er ikki lætt at spáa, og slettis iki um framtíðina.
Í aftara enda av formel 1 bilunum eru Minardi, men hjá lílta liðnum verður ein broyting hetta vikuskiftið. Patrick Friesacher hevur ikki megna at goldið fyri at koyra seinasta triðing av kappingarárinum, og triðjikoyrarin hjá Jordan Robert Doornbos hevur fingið setrið í Minardi bilinum. Hetta hevur so havt við sær, at danski Nicolas Kiesa er vorðin triðjikoyrari hjá Jordan.
Myndatekstur: Michael Schumacher vann í fjør, men hevur annars ikki verið so sterkur á heimavølli
HM fyri koyararar
1Fernando Alonso 77
2 Kimi Raikkonen 51
3 Michael Schumacher 43
4 Jarno Trulli 31
5 Rubens Barrichello 31
6 Juan-Pablo Montoya 26
7 Nick Heidfeld 25
8 Giancarlo Fisichella 25
9 Ralf Schumacher 23
10 Mark Webber 22
HM fyri lið
Renault F1 102
McLaren-Mercedes 87
Scuderia Ferrari74
Toyota Racing 54
BMW WilliamsF147
Red Bull Cosworth22
Sauber Petronas13
Jordan Toyota11
BAR Honda9
Minardi Cosworth7