renning
Eins og í fjør fer Sandavágs Ítróttarfelag á summartiltakinum í ár at skipa fyri fjallarenning. Og aftur í ár verður runnið niðan á tað 591 metrar høga Húsafelli..
Vallað er allan vegin niðan á tindin og gott er at renna. Teir fyrstu, sum komu á mál í fjør, brúktu umleið 40 minuttir um at renna frá SÌF húsinum í Sandavági, niðan á tindin og omanaftur. Vinnari gjørdist Jóan Karl Joensen úr Kollafirði.
Renningin í ár verður skipað eftir sama leisti sum í fjør, og hon er rættiliga áskoðaravinarlig. Rennararnir verða ílætnir reyðar vestar, og av tí at væl er sýnt allan vegin niðan gjøgnum hagan, ber væl til hjá fólki í bygdini at fylgja teimum allan vegin.
Tilmelding til fjallarenningina er á tlf. 33 38 43 áðrenn fríggjadagin 26. august. Vinnarinn fær eitt gávukort, og lutakast verður eisini millum allar luttakararnar.