Renna kapp í Runavík

Fjórða umfar av Grand Prix kappingini fyri vaksin verður hesaferð á Eystanstevnu í Runavík. Hóast stevnan sjálv ikki verður fyrrenn um vikuskiftið, skipar Roysnið fyri eini rennikapping fyri vaksin í kvøld kl. 18.30. Kappingin er 4. umfar í Grand prix kappingini fyri vaksin hjá FÍF, og er haraftrat ein kapping um FM-heitið í 10 km renning á vegi. Ein ruta er løgd fyri hesa renningina, og skal henda rennast íalt góðar 9 ferðir. Málið er við Hotel Runavík. Hendan sama rutan verður vanliga nýtt í várkappingini hjá Roysninum, og verður mett at vera ein tann skjótasta 10 km rutan í landinum.